KOM OG LARMA!!! Tá ið vit siga LARMA, so meina vit, at atkvøða! 

Ja, atkvøða! Tí sjálvt um tú ikki ert fylt/ur 18 ár, so er tín meining sjálvandi eisini umráðandi! Við LARMA appini fært tú møguleika at ávirka stuff, sum hevur týdning fyri teg og tínar vinir. 
Tað er Húsið og Ung í arbeiði, sum so gjarna vilja hava teg at LARMA, tí hví skulu tey vaksnu sleppa at taka allar avgerðir, sum ávirka tín gerandisdag og lív? Noy, vit halda, at tú skalt sleppa at taka avgerð um so nógv sum møguligt. SJÁLVANDI! 

So byrja bara at LARMA beint nú: 

1. Tak kulu LARMA appina niður á telefonina 

2. Stovna ein brúkara á appini 

3. Atkvøð og tú sær, at tín meining munar 

Appin er ókeypis. Einasta treyt at brúka appina er, at tú ert farin í 6. flokk og ikki ert eldri enn 18 ár.